This jam is now over. It ran from 2024-09-06 17:00:00 to 2024-09-08 19:00:00. View 11 entries

Vælkomin!

Hetta er tað árliga føroyska GameJam hjá GameJam Føroya.

Tit kunnu finna okkum á Facebook og Instagram og gj.fo!

Um tit vilja fylgja við, hvussu tað gongur hjá fólki, so viðmæla vit, at tit koma inn á Discord kanalina - har ið luttakar leggja  status-myndir og video út! 

Í ár verður tiltakið á Skúlanum á Fløtum (avmarkað pláss), men øll eru eisini vælkomin at vera við online!

Reglar!

  1. Tit fáa 48 tímar at menna tykkara spæl. Hvørki meir ella minni.
  2. Spælið skal onkursvegna vera knýtt at evninum. 
  3. Spælið skal ikki vera ov óhóskandi ella provokerandi. 
  4. Copyright tilfar í spælinum skal vera í ordan (onki stolið tilfar).
  5. Hugnið tykkum!

Lata spælið inn!

Fyri at ordiliga taka lut í GameJam Føroya 2024, vilja vit heita á tykkum um, at senda spælið hjá tykkum - sum bólkur - inn á her áðrenn deadline.

Tit kunnu gott gera eina “submission”-síðu til reiðar beinanvegin og so dagføra hana, tá ið spælið er klárt at leggja út :)

Vit gera eitt telduspæl!

Um tit menna eitt spæl til teldu, so mæla vit til, at tit gera eina Windows útgávu, tí tað er tað, ið meirilutin brúkar. Hetta er bara eitt tilmæli. Tit kunnu eisini gera eina Mac og/ella Linux útgávu, um tit ynskja - tað ber til at lata fleiri útgávur inn samstundis á “submission”-síðuni.

Vit mæla eisini til, at tit gera eitt videobrot av spælinum og/ella leggja myndir út, soleiðis at fólk, ið ikki kunnu spæla spælið, hava møguleikan at síggja tað.

Vit gera eitt borðspæl!

Um tit gera eitt borðspæl, so er torført at geva brúkaranum møguleikan at spæla tað heimanífrá. Tískil mæla vit til, at tit leggja dent á:

  • At leggja nógvar myndir út av spælinum.
  • Skriva allar reglar og vegleiðingar antin sum:
    • PDF-fíla
    • Video á YouTube, ið greiðir frá, hvussu man spælir spælið
    • Skrivlig frágreiðing á tykkara “submission”-síðu 
  • Leggja út videobrot av spælinum

Tað er skilagott, at tit byrja at upload'a spælið eitt sindur áðrenn deadline, tí tað kann taka eina góða løtu. Tað má vera upload'að áðrenn kl. 18:10!

Niðanfyri er ein vegleiðing um, hvussu man upload'ar spælið til GameJam Føroya 2024.

Submissions(10)

All submissions
·
Browser playable (2)
·
Windows (4)
macOS (1)
Linux (2)
·
Borðspæl (4)

No submissions match your filter

Survive the Barbarians
Action
Fight fight fight
Fighting
Caesar is needed in Asia Minor
Play in browser
Beat em up side scroller
Action
Krígsspæl.
Play the game, or lean back and chill
Play in browser